Gos við Grímsvøtn – Jarðfeingi hevur jarðfrøðing á staðnum
Leygarkvøldið, 21. mai, fór at goysa við Grímsvøtn undir Vatnajøkli í Íslandi. Gosguvan stendur einar 20 km upp í loft, og hon sást longu sama kvøld líka til Reykjavíkar, har Uni Árting var staddur í arbeiðsørindum. Saman við tveimum øðrum monnum fór hann beinan vegin við einum jeepi eystureftir og var við Vatnajøkul seint um miðnáttarleitið. Sambært Una var tað sum at koyra í turrum mjørka gjøgnum øskurokið. Lotið er høgt, so teir koyrdu norður um Vatnajøkul, har eingin øska er og gott sýni. Niðanfyri eru nakrar myndir frá túrinum. 
Á hesari myndini sæst øskuskýggið nærindis Eyjafjallajøkli. Myndina hevur Pétur Bjarni tikið. 
Tað kann vera sera vandamikið at ferðast í nógvu øskuni. Løgreglan á staðnum deildi út maskur og brillur til øll ið feraðust á leiðin. Myndina hevur Pétur Bjarni tikið.

Á hesari myndini sæst eitt av mobilu mátitólunum ið verða sett út tá ið eldgos er. Myndina hevur Pétur Bjarni tikið.
Leiðin kring Grímsvøtn er virknasta gosøkið í Íslandi, og har goysir í meðal umleið tíggjunda hvørt ár. Tað liggur yvir markinum millum tvær av høvuðsplátunum, sum byggja upp jarðarskorpuna, nevniliga tí Norðuramerikansku vestan fyri og tí Evro-Asiatisku eystanfyri. Mett verður, at sjálvur kjarnin í tí íslendska hitadeplinum (hot spot, Iceland mantle plume) liggur dygst undir Vatnajøkli.
Sama gosøkið røkkur suður og vestur um Vatnajøkul, og fevnir millum annað um Laki, har tað søguliga eldgosið í 1783-1785 førdi við sær umfatandi týning og hungursneyð av eitrandi svávul- og fluorríkum gassløgum. Basaltmagma goysti eftir eini 25 km langari kluft í jarðarskorpuni og rann 70 km út frá gosopinum. Basaltflógvin er 565 km2 til víddar og fyllir 14,7 km3. Hon minnir sostatt um nakrar av teimum basaltfláum, sum Føroyar eru bygdar av. Plátumarkið skjýtur seg inn undir Vatnajøkul í Íslandi (hvítur pílur)
Keldur: L.A. Lawver & R.D. Müller (1994), Iceland hotspot track, Geology 22, 311-314;
|