Jardfeingi
Leita
Orka
Orka
Orkupolitikkur
Elveitingareftirlit
Jarðhiti
Verkætlanir
Føroyskt biogassverk
Jarðhiti í Føroyum
Bygningar nú upphitaðir við jarðhita
Nólsoyarverkætlanin (2008)
Forkanning liðug
Nólsoyarverkætlanin (1. partur)
Felags brennistøð
Elkaðal til Íslands
Jarðhiti til upphiting
Nordisk Energikommune 2011
Ráðstevnur
Orkunýtsla hjá skipum
Orkunýtsla í húsum
Ymiskt tilfar
Felags brennistøð fyri alt landið



Hugskotið er, at ein nýmótans brennistøð, sum kann framleiða el inn á netið hjá SEV og varma til fjarhitaskipan, kann gagnnýta orkuna í ruskinum nógv betri enn verðandi brennistøðir.






Brennistøðir av hesum slag kunnu úr ruskinum gera 20% um til elorku og 65 % um til varmaorku, meðan bara 15% fara til spillis. Um varmaorkan skal gagnnýtast er neyðugt at gera eitt fjarhitanet svarandi til 2500 hús. Hetta er kostnaðarmikið.
Sum tað sæst í talvuni verður samlaða íløgan í nýggju brennistøðina og fjarhitanetið 450 milliónir krónur.



Men av tí, at brennistøðin bæði kann selja el og varma er íløgan fíggjarliga skilagóð. Við valdu prísum í talvuni er afturgjaldstíðin umleið 15 ár.

Brennistøðin framleiðir javnt gjøgnum árið íalt 20 GWh av elorku. Hetta er umleið 8% av samlaðu elframleiðsluni hjá SEV og líka nógv sum 10 vindmyllur á stødd við tær á Mýrunum framleiða.

Oljunýtsla
Tað er áhugavert at hyggja at sparingini í oljunýtslu, sum ein tílík brennistøð hevur við sær. Í talvuni sæst, at SEV og húsarhald sleppa undan umleið 9000 tonsum av olju um árið.

CO2 útlát
Fyri umhvørvið er fyrimunurin eisini stórur.
Í Kyoto sáttmálanum binda vit okkum til at minka um CO2 útlátið .
Nýggja brennistøðin minkar CO2 útlátið við 25 000 tonsum. Hetta ger góðan mun, tá ið samlaði niðurskurðurin skal verða á leið 150 000 tons.





Skriva út Print
Tema
Verkætlanir, greinar og framløgur, ið viðgera ávís orkufrøðilig tema, verða savnaðar her.
Vinnumálaráðið og Jarðfeingi arbeiða í løtuni við lóggávu um jarðhita, sum skal koma í gildi í 2011.
Hendan lóggávan fer at tryggja brúkaran, sum velur jarðhita til upphiting.
Tey, sum longu nú ætla at fáa sær jarðhita, mugu tí sjálvi tryggja sær, at teirra installatión er gjørd á besta hátt.
Ráðstevnan verður í Norðurlandahúsinum 28. og 29. september 2010
Orkusparandi tiltøk í sethúsum við bjálving, sólfangarum og varmapumpum.

Felags brennistøð gevur møguleika fyri el- og varma-framleiðslu úr ruski.
Forkanning gjørd av Jarðfeingi, StatoilHydro, Enercon og SEV
Eitt alternativ til vatnorkuútbygging - vísir kanning ið Jarðfeingi hevur gjørt saman við SEV og Orkustofnum í Íslandi.
Ment og forritað hava Sansir, sniðgivið hevur Uni Árting - Innrita