Jardfeingi
Leita
Lær á Jarðfeingi
Grót undir sjóneyku
Jarðarbygnaðurin
Kolvetni
Kolvetnisskipan
Jarðskjálvtar og tsunami
Framsýningar
Hydrogen
Kolvetnisskipan

Oljuleiting er ein tilgongd, ið umfatar nógv ymisk fyribrigdi. Hesi eru millum annað:

Fella: skap í undirgrundini, har kolvetni verður fangað
Goymslugrýti: grýti, har kolvetni kann renna í gjøgnum ella liggur goymt.

Takgrýti: grýti, har kolvetni ikki kann renna gjøgnum
Timing: spurningurin um, nær kolvetni varð framleitt í mun til, nær fellan er íkomin.

Neyvt atlit eigur at verða tikið fyri hvørt av hesum fyribrigdum í sambandi við hvørt einasta leitimið. Um bert eitt av fyribrigdunum ikki er til staðar í sambandi við eitt ávíst leitimið, verður onki kolvetni funnið í hesum leitimiði.



Myndin vísir týdningin av timing. Á fyrstu myndini sæst olja renna í gjøgnum goymslugrýti. Á næstu myndini er fella íkomin, og olja verður tí fangað, meðan fellan er fylt á triðju myndini, og tí rennur olja aftur framvið.


Heri Ziska skrivaði eina grein um hetta til Frøði nr. 1 í 2005, og hendan greinin kann lesast her (212 KB) .

Greinin er ein stutt gjøgnumgongd av nevndu fyribrigdum.


Skriva út Print
Tema
Greinir og myndir, sum greiða frá jørðini, gongutúrum ella steinsløgum verða savnaðar her.

Mentanarnáttin 2011
Jarðfeingi hevur opið hús á Mentanarnáttini 3. juni frá kl 16 til 21 (ókeypis atgongd). Les meira her.


Ment og forritað hava Sansir, sniðgivið hevur Uni Árting - Innrita