Jardfeingi
Leita
Kunning
Tíðindi
Ársfrágreiðing
Orðalisti
Ráðgeving
GIS
Bókasavnið
Avtalur og sáttmálar
Løgtingsfyrispurningar
Spyr okkum
Ráðgeving


Jarðfeingi hevur sum eina høvuðsuppgávu at veita ráðgeving til politiskar myndugleikar og almennar stovnar. Stovnurin kann eisini móti gjaldi loysa ráðgevingaruppgávur fyri onnur.

Dømi um ráðgevingaruppgávur:

Jarðfrøðiligar kanningar í sambandi við t.d. tunnilsgerð, vatnbyrgingar og vatnorkuútbyggingar.

Jarðfrøðingarnir hjá Jarðfeingi verða tiknir upp á ráð, tá verkfrøðingar skulu finna t.d. skilabestu tunnilsføringina ígjøgnum fjøll ella tvørturum sund.



Rivur í fjallinum, sum vatn rennur ígjøgnum, ella veikt basaltgrýti í fjallinum kann elva til, at tunnilsarbeiðið gerst trupult, tíðarkrevjandi og dýrt. Um stórur partur av tunnilsvegginum má fóðrast við betongi, boltum og fjallabondum, dýrkar hetta arbeiðið munandi. Jarðfrøðingarnir kunnu hjálpa til við at finna farleiðir ígjøgnum fasta fjallið, sum avmarkar slíkar trupuleikar.

Arbeiðið hjá jarðfrøðinginum verður grundað á ástaðarkanningar, kortviðgerð og kanningar av jarðtøkniligum borikjarnum.
Skriva út Print
Tíðindaskriv
Melda til
Avgreiðslutíð
Mán.-hós. 8.30-16.00
Fríggjadag 8.30-15.00
Telefon: 35 70 00
Telefaks: 35 70 01
Teldupostur:
jardfeingijardfeingi.fo
Ment og forritað hava Sansir, sniðgivið hevur Uni Árting - Innrita