Jardfeingi
Leita
Kunning
Tíðindi
Ársfrágreiðing
Orðalisti
Ráðgeving
GIS
Bókasavnið
Avtalur og sáttmálar
Løgtingsfyrispurningar
Spyr okkum
Oljuorðalisti

Fyrst í 2000 varð farið undir arbeiði at gera oljuorðalista. Orðalistin er úrslit av samstarvi millum fýra partar: FOÍB, t.e. Føroya oljuídnaðarbólkur, Oljumálastýrið, Føroysku málnevndina og Føroyamálsdeildina á Fróðskaparsetri Føroya.

Oljuorðalistin er ikki útgivin sum bók, men finst bert á netinum. Leinkja til orðalistan.

Á heimasíðuni, har orðalistin liggur, verður greitt frá hvussu arbeiðið við at gera listan kom í lag, m.a. stendur:

"Oljuvinna hevur verið tað stóra samrøðuevnið millum manna tey seinastu árini. Og søgan um, hvussu henda verkætlan við oljuorðalistanum kom í lag, er meira at kalla ein tilvildarlig hending. Formaðurin fyri Føroysku málnevndini var á fundi saman við aðalstjóranum í Oljumálastýrinum um okkurt heilt annað evnið, tá ið prátið fall á olju og oljuvinnu. Hetta var á sumri 2001. Tá spyr aðalstjórin, um tað ikki hevði verið eitt gott hugskot at farið undir at gjørt ein oljuorðalista, tí henda nýggja vinnan – um hon gjørdist verulig vinna – fór at krevja nógv nýggj føroysk orð, tí vit høvdu ikki tey neyðugu orðini: okkum vantaði orð og heiti á nógvum ymsum lutum og fyribrigdum, sum nýtt vórðu á hesum øki. Aðalstjórin visti av royndum, hvussu trupult tað var at orða seg á góðum føroyskum, tá ið skrivast skuldi um oljuvinnuna. Oljuvinnan er sum flestum kunnigt ógvuliga nógv ávirkað av enskari málnýtslu."

Meira um arbeiðið við orðalistanum sæst her.

Leinkja til sjálvan orðalistan.
Skriva út Print
Tíðindaskriv
Melda til
Avgreiðslutíð
Mán.-hós. 8.30-16.00
Fríggjadag 8.30-15.00
Telefon: 35 70 00
Telefaks: 35 70 01
Teldupostur:
jardfeingijardfeingi.fo
Ment og forritað hava Sansir, sniðgivið hevur Uni Árting - Innrita