|
|
|
|
|
 |
|
|
Jarðfrøði > Verkætlanir > Erosión í Norðanlondum
|
|
|
|
Erosión í Norðanlondum
Fjøllini nógva staðni í Føroyum bera tekin um jørðildisoyðing, erosión. Hetta kann vera elvt av náttúrligu viðurskiftunum, sum veðurlag og vøkstri. Tað er eisini hugsandi, at ov nógv bit í haganum eigur sín leiklut í erosiónini í Føroyum.

Fyri at greina, hvussu tílíkir spurningar kunnu viðgerast í Føroyum, er bygt upp eitt netverk í Norðanlondum fíggjað av Nordisk Ministerråd, har føroysku luttakararnir saman við starvsfeløgum í grannalondunum hava lýst erosiónsviðurskiftini í Grønlandi, Íslandi, Føroyum, Noregi, Svøríki og Finlandi. Í løtuni verður arbeitt við at prenta ein bókling um erosión í hesum økjunum.
Bókin og millumlandasamstarvið gevur grundarlag fyri at fara víðari til kanningar av erosiónsviðurskiftum í Føroyum. Sum partur av verkætlanini eru samanlagt fýra smá øki í Føroyum innhegnaði. Trý av teimum røkka frá Signabø til ovast á Sornfelli, meðan tað fjórða stykkið er á Sandoynni vestanfyri Gróthúsvatn. Á teim innhegnaðu økjunum ber til at fylgja við, hvussu vøkstur tekur seg upp, tá eingin seyður sleppur framat. |
|
 |
|
|
|
|
| Verkætlanir, greinar og framløgur, ið viðgera ávís jarðfrøðilig tema, verða savnaðar her.
|
|
|
|
 |
|
|
|
|
Jarðfeingi - Brekkutún 1 - Postsmoga 3059 - FO 110 Tórshavn - Tel: +298 357000 - Fax: +298 357001 - jardfeingi jardfeingi.fo |
|
|
|
|