Jardfeingi
Leita
Jarðfrøði
Verkætlanir
NAGTEC
Skriðulop
Boringar á Nólsoy
Nýtt jarðfrøðiligt kort
Landgrunnurin §76
Magnetiskar dátur
Landgrunskrav norðanfyri
Refraktión
Sornfelli veðurstøð
Erosión í Norðanlondum
Hósvíkshagin
Heyggur við rennibreyt
Gosdeplar
Strukturjarðfrøði
Magnetisma í basaltøki
SeiFaBa
Ráðstevnur
Søvn
Myndasavn
Túrar
Søga
Greinir
Leinkjur

Landgrunsverkætlanin - § 76

Danmark staðfesti 16. november 2004 ST-havrættarsáttmálan, sum gevur strandalondum rætt til landgrunn út um 200 fjórðinga sjómarkið, treytað av, at strandalandið kann skjalprógva, at landgrunnurin - eftir serligum ásetingum - veruliga røkkur so langt út.

 

 

 
Kort yvir kanningarøkið


Hetta merkir, at jarðfrøðiligar grundgevingar mugu fáast til vega, sum kunnu nýtast sum skjalprógv fyri at víðka sjóøkið. Øki eru bæði við Grønland og Føroyar, har grundarlag kann vera fyri møguligum landgrunskrøvum.

Tílík krøv skulu leggjast fyri Landgrunsnevndina hjá ST í seinasta lagi 10 ár eftir staðfestingina av Havrættarsáttmálanum, og Danmark, Føroyar og Grønland fóru í 2003 undir fyrireikingararbeiðið hesum viðvíkjandi.
 
Jarðfeingi hevur fingið til uppgávu at samskipa Landgrunsverkætlanina Føroya vegna. Tað verður gjørt í tøttum samstarvi við aðrar føroyskar og danskar stovnar og myndugleikar.

Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til Martin V. Heinesen, Jarðfeingi, tlf. 357002. Eisini ber til at vitja heimasíðuna hjá danska granskingarmálaráðnum um landgrunsverkætlanina: www.a76.dk

 

 

 

 

 

 

Skriva út Print
Tema
Verkætlanir, greinar og framløgur, ið viðgera ávís jarðfrøðilig tema, verða savnaðar her.
Ment og forritað hava Sansir, sniðgivið hevur Uni Árting - Innrita