|
|
|
|
|
 |
|
|
Jarðfrøði > Ráðstevnur > Fyrsta JRC ráðstevna
|
|
|
|
1st Jóannes Rasmussen Conference
Í døgunum 28. august til 2. september skipar Jarðfeingi fyri spennandi, altjóða jarðfrøðiráðstevnu í Føroyum. Sjálv ráðstevnan er 29. og 30. august, og eisini verður skipað fyri tveimum jarðfrøði-útferðum, eini áðrenn og eini aftaná ráðstevnuna.
Ráðstevnan hevur eisini egna heimasíðu (http://jrasmussen.jf.fo ).
Endamálið við ráðstevnuni er at skapa eitt forum, sum skal savna fólk frá ymiskum londum, ið arbeiða við basaltgransking, soleiðis at tey kunnu hittast og deila vitan. Ætlanin er, at ráðstevnan skal gerast eitt afturvendandi tiltak annaðhvørt ár.
Ráðstevnan er ein teknisk ráðstevna, har granskarar fáa høvi at leggja vísindalig úrslit frá teirra arbeiði fram á fyrilestri ella á plakat (poster).
Ráðstevnan er uppkallað eftir Jóannes Rasmussen sála, ið var fyrsti føroyingurin við útbúgving í jarðfrøði frá lærda háskúlanum í Keypmannahavn. Hansara arbeiði, serliga kortleggingini av tí føroysku jarðfrøðini, hevur havt, og hevur enn ómetaliga stórt vísindaligt virði. Eisini skrivaði Jóannes eina rúgvu av vísindaligum greinum og nakrar bøkur, eitt nú Øldir og upphav, sum kom út í 1981.

Jóannes Rasmussen á kanningarferð.
Høvuðsevnið á ráðstevnuni er “Evolution of Basaltic Provinces”. Hetta er eitt sera breitt heiti, og tí er ráðstevnan eisini býtt sundur í nøkur smærri tema, ið øll lýsa ymisk viðurskifti og máttir, ið gera seg galdandi í basalt-økjum.
◦ Weathering, sedimentation and pyroclastic activity
◦ Tectonic development
◦ Lava morphologies
◦ Timing of events
◦ Geochemical evolution
◦ Exploration potential of basaltic provinces
|
|
 |
|
|
|
|
| Verkætlanir, greinar og framløgur, ið viðgera ávís jarðfrøðilig tema, verða savnaðar her.
|
|
|
|
 |
|
|
|
|
Jarðfeingi - Brekkutún 1 - Postsmoga 3059 - FO 110 Tórshavn - Tel: +298 357000 - Fax: +298 357001 - jardfeingi jardfeingi.fo |
|
|
|
|