|
|
|
|
|
 |
|
|
Kunning > Ársfrágreiðing > 2008 > Olja > BP brunnur
|
|
|
|
BP brunnur á Loyvi 007
Leitibrunnur 6005/13-1A, sum pallurin Transocean Rather boraði fyri BP samtakið á loyvi nr. 007, varð liðugt boraður fyrst í apríl 2008. Brunnurin, sum er á 742 metra havdýpi, røkkur 3.351 metrar niður undir sjóvarmálan.
Í brunninum varð ikki rakt við kolvetni.
Tekniskir trupulleikar hava merkt boringina, umframt at ringa veðrið í vetur hevur tarnað arbeiðinum. Jarðfrøðiligu viðurskiftini vóru ikki sum væntað undan boringini, m.a. við tað at basaltfláirnar vóru drúgvari enn frammanund-an mett. Hetta hevur við sær, at gosgrýti var at finna á dýpinum, har høvuðsmálið við boringini varð roknað at vera, og at tey jarðløg, ið vónir eru um kunnu innihalda kolvetni, tískil liggja djúpari, enn brunnurin rakk.
Av tí at ikki varð borað gjøgnum gosgrýtið í hesum umfarinum, og at tað framvegis eru vónir fyri, at kolvetni kunnu finnast, varð gjørt av at fara frá brunninum á ein hátt, sum ger tað møguligt at taka arbeiðið upp aftur seinni.
Henda boring hevur givið okkum týðandi, nýggja vitan um jarðfrøðina nærhendis Munka-grunninum, og hevur sostatt verið við til at økt um okkara vitan um jarðfrøðiligu menningina í økinum.
Landsstýrismaðurin í Fiski- og Tilfeingismálum, Torbjørn Jacobsen, segði, “Vit staðfesta, at í fyrsta umfari hevur henda boringin ikki rokkið við kolvetni í brunninum. Av tí, at tað ikki kann útilokast, at kolvetni kunnu vera djúpari, enn nú er borað til, er brunnurin ikki endaliga, men fyribils frágingin, tí brunnhøvdið enn stendur á botninum vart av einum kappa. Tað verður tí lættari hjá møguligum áhugaðum feløgum at halda fram við boringini. Vit mugu eisini staðfesta, at boring á hávetri setir stór krøv til boriútbúnaðin, men tað er at fegnast um, at boriarbeiðið út frá einum trygdarsjónarmiði hevur gingið væl.”
|
|
 |
|
|
|
| Avgreiðslutíð |
Mán.-hós. 8.30-16.00
Fríggjadag 8.30-15.00
Telefon: 35 70 00
Telefaks: 35 70 01
Teldupostur:
jardfeingi jardfeingi.fo
|
|
|
|
 |
|
|
|
|
Jarðfeingi - Brekkutún 1 - Postsmoga 3059 - FO 110 Tórshavn - Tel: +298 357000 - Fax: +298 357001 - jardfeingi jardfeingi.fo |
|
|
|
|