Jardfeingi
Leita
Kunning
Tíðindi
Ársfrágreiðing
2008
Olja
Goymslueginleikarnir
3. umfarið
Søla av dátum
Myndugleikafundur
Anne-Marie brunnurin
BP brunnur
Orka
Jarðfrøði
Kunning
2007
Orðalisti
Ráðgeving
GIS
Bókasavnið
Avtalur og sáttmálar
Løgtingsfyrispurningar
Spyr okkum
Myndugleikafundur NSOAF í Danmark





Tá farið varð undir oljuleiting á føroyskum øki, fekk Jarðfeingi limaskap í einum felags-skapi fyri trygdarmyndugleikar í Norðurevropa (Norðsjógvin). Londini, ið luttaka eru: Noreg, Bretland, Danmark, Holland, Týskland, Írland, Svøríki og Føroyar. Felagsskap-urin tekur sær av felags áhugamálum fyri støðugt at betra um trygdina í frálandavinn-uni, og eitt av endamálunum er, at harmonisera myndugleikakrøv o.a. soleiðis at lættari verður hjá feløgum, havstøðum og starvsfólki at virka tvørtur um landamørk.

Skipað verður fyri einum árligum fundi í apríl, og á seinasta fundi vóru danir vertir. Á skránni vóru ymisk aktuell trygdarviðurskifti umrødd. Fyri at minka um CO2 útlátið eru lond farin at gera fyrireikingar til at pumpa CO2 niður í undirgrundina, og á fundinum seinast vóru trygdaratlit í hesum sambandi umrødd.

Umframt árliga fundin eru arbeiðsbólkar settir at taka sær av meira ítøkiligum uppgáv-um. T.d. hevur ein bólkur syrgt fyri, at trygdarskeið sum verður tikið í einum landi verður góðkent í hinum londunum. Føroyar taka lut í einum arbeiðsbólki, sum tekur sær av ES lóggávu, ið ávirkar frálandavinnuna.

NSOAF er stytting fyri North Sea Offshore Authority Forum.
Skriva út Print
Tíðindi
Tíðindaskriv
Melda til
Avgreiðslutíð
Mán.-hós. 8.30-16.00
Fríggjadag 8.30-15.00
Telefon: 35 70 00
Telefaks: 35 70 01
Teldupostur:
jardfeingijardfeingi.fo
Ment og forritað hava Sansir, sniðgivið hevur Uni Árting - Innrita