Á middegi í dag var seinasta freist hjá oljufeløgum at handa inn umsóknir um leitiloyvi í øðrum útbjóðingarumfarinum á føroyska landgrunninum. Oljufyrisitingin hevur móttikið 9 umsóknir frá 5 samtøkum ella einstøkum feløgum. Tilsamans 8 feløg mynda umsóknirnar
Eg eri nøgdur við talið av umsóknum. Tað er partur av okkara framtíðar leitiætlan at flyta virksemið longur inn á landgrunnin, á øki har leitimiðini eru fjald av basaltfláum. Hetta er eitt tøkniliga avbjóðandi øki, og tí eru vit fegin um, at feløgini, sum í dag hava latið inn umsóknir, í stóran mun eru feløg, ið eru virkin á bæði føroyska og bretska partinum av Atlantsmótinum.
Mín vón er, at arbeiðið, ið verður sett í verk, sum úrslit av øðrum útbjóðingarumfari, fer at fáa nýggja vitan til vega og skapa grundarlag fyri at finna kolvetni í rakstrarverdum nøgdum, sigur Bjarni Djurholm, landsstýrismaður í vinnumálum.
Annað loyvisumfar lat upp 17. august í ár. Útboðsøkið er um 19.000 ferkilometrar til støddar. Økið er býtt upp í 83 heilar teigar og 39 part teigar. Størri parturin av útboðsøkinum liggur í ein eystan og landsynning úr Føroyum, meðan tvey minni øki liggja í ein útsynning sunnan.
Oljufeløgini, sum hava søkt um leitiloyvi í hesum útbjóðingarumfarinum, eru:
• Atlants Kolvetni
• Chevron Texaco
• Dong
• Føroya Kolvetni
• Geysir Petroleum
• OMV
• Shell
• Statoil
Av hesum eru Chevron Texaco, Geysir Petroleum og OMV nýggj feløg á føroyska landgrunninum.
Oljufyrisitingin fer næstu dagarnar at viðgera innkomnu umsóknirnar, síðan verða fundir við oljufeløgini, áðrenn leitiloyvini verða veitt. Miðað verður ímóti at veita loyvini skjótast til ber.
|