|
|
|
|
|
 |
|
|
|
Oljuvirksemið á Jarðfeingi fevnir um
allar almennar umsitingarligar uppgávur í sambandi við oljuleiting og útvinningarvirksemi í Føroyum. Stovnurin samskiftir við føroysk og útlendsk olju- og kanningarfeløg umframt aðrar føroyskar myndugleikar, ið røkja uppgávur, sum liggja uppat hesum virksemi. Jarðfeingi kunnar almenningin um oljuleitingina í føroyskum øki.
Uppgávurnar fevna um:
- at veita forkanningarloyvir
- at fyrireika útbjóðingarumfør, herundir hvørji øki, ið skulu bjóðast út, treytir o.a.
- at fyrireika loyvi, ið avvarðandi landsstýrismaður síðani veitir til leiting og meting
- at vera eftirlitsmyndugleiki í samband við givin loyvi, t.d. viðvíkjandi trygdarspurningum, arbeiðsumhvørvi og oljuvirkseminum í síni heild
|
|
 |
|
|
|
| Tema |
| Verkætlanir, greinar og framløgur, ið viðgera ávís oljutema, verður savnað her.
|
|
|
FIEC12 var hildin 1. og 2. mai í Norðurlandahúsinum. Í løtuni verður arbeitt við at fáa savnað vísundaligar greinar til eitt serrit eins og á undanfarnu ráðstevnunum.

|
 |
|
|
|
|
Jarðfeingi - Brekkutún 1 - Postsmoga 3059 - FO 110 Tórshavn - Tel: +298 357000 - Fax: +298 357001 - jardfeingi jardfeingi.fo |
|
|
|
|