|
|
|
|
|
 |
|
|
Lær á Jarðfeingi > Framsýningar > Vísindavøka 2010
|
|
|
|
Vísindavøka á Jarðfeingi
Granskingarráðið skipar fyri vísindavøku í døgunum 23. og 24. september. Framsýning í Hoyvík
Í hesum sambandi bjóðar Jarðfeingi til garaguframsýning við gróti og steinum úr Føroyum og øðrum londum. Tú kanst til dømis síggja basalt, leivdir av einum 55 milliónir ára gomlum træi, grønlendskan gullmálm og ein meteoritt úr rúmdini. Feløg, sum leita eftir olju í føroyskum øki, hava skyldu til at lata alt kanningartilfarið til jarðfrøðiliga tjóðsavnið hjá Jarðfeingi. Kom og síggj ein borikjarna og hoyr um, hvussu feløg staðfesta, um olja er at finna. Framsýningin er opin frá kl 16 til 21 hósdagin 23.september og fríggjadagin 24.september. Fyrilestur um Eyjafjallajøkull
Fyrilestrar verða at hoyra í Perluni í Vágsbotni bæði hósdagin og fríggjadagin. Fríggjadagin 24.september kl 19:45 fer Uni Árting, jarðfrøðingur, at greiða frá seinasta eldgosinum í Íslandi: "Eyjafjallajøkull legði Evropa lamið, hvat hendir nú?"
|
|
 |
|
|
|
|
Greinir og myndir, sum greiða frá jørðini, gongutúrum ella steinsløgum verða savnaðar her.
|
|
|
|
Jarðfeingi hevur opið hús á Mentanarnáttini 3. juni frá kl 16 til 21 (ókeypis atgongd). Les meira her.
|
|
|
|
 |
|
|
|
|
Jarðfeingi - Brekkutún 1 - Postsmoga 3059 - FO 110 Tórshavn - Tel: +298 357000 - Fax: +298 357001 - jardfeingi jardfeingi.fo |
|
|
|
|