Týsdagin 14. desember kl 20 verður almenn framløga í Perluni um landgrunskrav Føroya, ið varð latið Sameindu Tjóðum hósdagin 2. desember 2010. Tað er landgrunsverkætlanarbólkurin, ið skipar fyri tiltakinum, og fara Martin V. Heinesen, verkætlanarleiðari, Finn Mørk, jarðfrøðingur og Bjørn Kunoy, sendinevndarformaður at greiða frá. Petur Joensen, stjóri á Jarðfeingi, verður orðstýrari.
|