Jardfeingi
Leita
Jarðfrøði
Verkætlanir
NAGTEC
Skriðulop
Um skriðulop
Skriðulop og skaðar
Skriðulop forsøgn
Boringar á Nólsoy
Nýtt jarðfrøðiligt kort
Landgrunnurin §76
Refraktión
Sornfelli veðurstøð
Erosión í Norðanlondum
Hósvíkshagin
Heyggur við rennibreyt
Gosdeplar
Strukturjarðfrøði
Magnetisma í basaltøki
SeiFaBa
Ráðstevnur
Søvn
Myndasavn
Túrar
Søga
Greinir
Leinkjur
Jarðfeingi sóknast eftir frásøgnum frá fólki um skriðulop

Skriðulop eru eitt náttúrufyribrigdi, sum javnan hendir í Føroyum. Eitt skriðulop er ein stór mongd av jørð, eyri ella gróti, sum loysnar og akar oman eftir eini fjallasíðu (les meira um skriðulop her). Hesi omanlopini raka á hvørjum ári vegir ella hús í Føroyum og eru tí ein vandi fyri fólk, bygningar, ferðslu og veganet (les meira um skriðulop og skaðar í Føroyum her). 

Jarðfeingi er í samstarvi við Roskilde Universitet farið undir granskingarætlan av skriðulopum. Ætlanin er at menna hættir til at lýsa skriðulop og landslagið rundanum, og síðan at nýta henda kunnleika at lýsa, hvørji økir í Føroyum eru serliga hótt. Dentur verður lagdur á, at kanna, hvar í landslagnum vandi er fyri skriðulopum, umframt hvussu ofta slíkar hendingar kunnu væntast á staðnum.



Verkætlanin verður umsitin av Lis Mortensen (deildarleiðari ognáttúrulandafrøðingi í Jarðfeingi) og Mads-Peter Dahl (Phd-lesandi ognáttúrulandafrøðingur í Jarðfeingi og Roskilde Universitet, Danmark). (link til pers profil)

Nógv skriðulop í Føroyum henda ísambandi við glopraregn. Fyri at kanna vandan fyri skriðulopum er tí neyðugt atkenna, hvussu drúgt og ógvisligt avfall skal til fyri at loysa eitt skriðulop. Íhesum sambandi vilja vit savna inn kunning um skriðulop, sum eru hend seinastu100 árini.



Jarðfeingi heitir við hesum á fólk at hjálpa okkum við at savna inn vitan umskriðulop í Føroyum seinastu 100 árini. Um tú hevur kunnleika um eitt ávístskriðulop, og minnist nær og hvar lopið hendi, heita vit á teg um at siga greiðaokkum frá hesum.

Fráboðanin kann fara fram soleiðis:

Send einteldupost til okkara: skridulopjardfeingi.fo
Skriva eitt bræv: 
Jarðfeingi
Brekkutún1
Postsmoga 3059
FO 110 Tórshavn
Merk brævbjálvan: Skriðulop
Skriva út Print
Tema
Verkætlanir, greinar og framløgur, ið viðgera ávís jarðfrøðilig tema, verða savnaðar her.
Ment og forritað hava Sansir, sniðgivið hevur Uni Árting - Innrita