Jardfeingi
Leita
Um okkum
Starvsfólk
Reglugerð
Ársfrágreiðing
Ársfrágreiðing 2008
Ársfrágreiðing 2007
Ársfrágreiðing 2006
Ársfrágreiðing 2007

Í november 2007 varð løgtingsval útskrivað. Tá nýtt landsstýri síðani varð skipað í 2008, varð Jarðfeingi flutt undir Fiski- og Tilfeingismálaráðið. Virksemisøkini á stovninum eru tey somu sum frammanundan, tó at virksemið við tilknýti til elveitingarlógina ikki longur er partur av ábyrgdaøkinum hjá Jarðfeingi.

Virksemisøkini á Jarðfeingi eru jarðfrøði, kolventisvirksemi og orka, og skal Jarðfeingi fyrisita, granska, ráðgeva og kunna um hesi.

Í 2007 skipaði Jarðfeingi fyri stórari jarðfrøðisráðstevnu í Norðurlandahúsinum undir heitinum 1st Jóannes Rasmussen Conference um basalt og tey fjølbroyttu jarðfrøðiligu fyribrigdini, ið knýtt eru at basaltfláunum á okkara leiðum. Jóannes Rasmussen var fyrsti føroyingurin, ið var útbúgvin jarðfrøðingur, og hevur hansara arbeiði enn ómetaliga stórt vísindaligt virði.
Hóast enn ikki er rakt við kolvetni í rakstrarverdum nøgdum, er tað skilagott, at landsstýrið í samgonguskjalinum hevur sett sær fyri at kanna avleiðingar av eini møguligari oljuvinnu. Enn hava vit helst góða tíð at laga samfelagið til avleiðingarnar, um kolvetni verða funnin. Men tað er ikki til skaða, at metingar longu nú verða gjørdar av, hvørjar avleiðingar kunnu væntast, tí lítið er at ivast í, at sjálv staðfestingin av einum kolvetnisfundi fer beinanvegin at fáa ávirkan á væntanir hjá fólki og harvið á føroyska búskapin. Stundislig fyrireiking kann virka til, at oljutilgongdin, sum higartil hevur verið jalig, kann halda fram á sama hátt.

Sambært orkupolitikk landsins er málið, at í 2015 skulu 20% av orkunýtsluni á landi koma frá varandi orkukeldnum, og fiskiflotin skal nýta 15% minni orku í mun til veiðinøgdina. Lagt er fyri við serliga at kanna tiltøk, ið kunnu minka oljunýtsluna til upphiting.

Okkara vón er, at frágreiðingin gevur eina góða mynd av virseminum á stovninum í 2007, og at hon er áhugaverd. Um meira kunning ynskiskt um okkurt, eru tygum altíð vælkomin at venda tygum til okkara ella at vitja okkara heimasíðu. Frágreiðingin liggur her




Petur Joensen, settur stjóri
Skriva út Print
Tíðindi
Avgreiðslutíð
Mán.-hós. 8.30-16.00
Fríggjadag 8.30-15.00
Telefon: 35 70 00
Telefaks: 35 70 01
Teldupostur:
jardfeingijardfeingi.fo
Ment og forritað hava Sansir, sniðgivið hevur Uni Árting - Innrita