Landgrunskrav Føroya í Norðurhøvum handað ST
Havrættarsáttmáli ST (UNCLOS) gevur strandalondum landgrunsrættindi út um 200 fjórðingamarkið, um tey vísindaliga kunnu prógva, at teirra landgrunnur veruliga røkkur út hagar.
Síðan 2002 eru kanningar gjørdar bæði norðan fyri og sunnan fyri Føroyar (umframt á trimum økjum kring Grønland), og tað seinasta árið hevur ein task force undir leiðslu av Jarðfeingi og Danmarks og Grønlands Geologiske Undersøgelse (GEUS) skrivað og skipað fyrsta partin av tí ítøkiligu próvførsluna, sum fevnir um landgrunsøkið uttan fyri 200 fjórðingamarkið norðan fyri Føroyar. Próvskjølini vórðu nýliga handað donsku og føroysku uttanríkisráðunum, sum nú hava lagt tey fyri Landgrunsnevnd ST, CLCS, í New York.
Samstundis fer henda sama task force nú undir at fyrireika próvførsluna viðvíkjandi landgrunskravinum uttan fyri 200 fjórðingamarkið sunnan fyri Føroyar.

Trýst her fyri at síggja kortið í fullari stødd.
Fleiri onnur lond hava somuleiðis latið CLCS síni landgrunskrøv, og roknast má við, at nøkur ár ganga, áðrenn vit fáa endaligt svar frá Landgrunsnevndini.
Landgrunsøkið, ið Føroyar krevur norðanfyri, er á leið 90.000 ferkilometrar til víddar. Út til liðirnar er økið avmarkað av 200 fjórðingamørkunum hjá Íslandi, Jan Mayen og Noregi, meðan tað norður eftir er avmarkað sambært øðrum ásetingum í UNCLOS.
Ísland og Noreg gera landgrunskrøv á sama øki sum Føroyar. Ísland handaði ST síni krøv sama dag sum Føroyar, meðan Noreg handaði síni krøv longu í 2006. Noreg hevur fingið partar av sínum krøvum góðkendar, men enn eru smálutirnir í hesi góðkenning ikki almannakunngjørdir. Í 2006 varð trílandaavtala gjørd við Ísland og Noreg um landgrunsbýti í Norðurdjúpum, sum gevur Føroyum 27.000 ferkilometrar av landgrunni. Avtalan er tó treytað av úrskurðinum hjá CLCS.
Fyrireikingarnar av próvførsluni viðvíkjandi landgrunninum sunnan fyri Føroyar, á Føroya-Rockall Háslættanum, fara væntandi at taka 1-2 ár. Formliga tíðarfreistin at lata CLCS okkara landgrunskrøv er í 2014.
Í tráð við ásetingarnar hesum viðvíkjandi er landgrunskravið, ið latið er CLCS, í trimum pørtum:
1. Executive Summary er alment og kann heintast her, meðan
2. Main Body og
3. Supporting Scientific and Technical Data eru ikki almenn
Aðrar viðkomandi leinkjur:
www.mfa.fo, ið er heimasíðan hjá Uttanríkisráði Føroya.
www.geus.dk, ið er heimasíðan hjá jarðfrøðistovninum í Danmark, GEUS.
www.a76.dk, ið er heimasíðan hjá Landgrunsverkætlanini.
http://www.un.org/Depts/los/clcs_new/clcs_home.htm, ið er heimasíðan hjá landgrunsnevnd ST, CLCS.
http://www.un.org/Depts/los/convention_agreements/texts/unclos/closindx.htm, ið er ein leinkja til sjálvan havrættarsáttmála ST.
Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til Martin V. Heinesen, Jarðfeingi, tlf. 357002, ella Finn Mørk, Jarðfeingi, tlf. 357032.